Hava vit rót?

Skrivað: Marita Eckhardt Tróndheim

Líknilsið um sáðmannin í Markusi 4, 1-9 kenna vit. Sáðmaðurin fer út at sáa, men bert fjórðingurin av tí, hann sáar, fellur í góða jørð og ber ávøkst. Okkurt fall fram við vegnum, okkurt millum tornar; men tað, ið fall í gaddajørð, er tað, vit mugu ansa okkum mest eftir. Gaddajørð snýtir! Vegurin og tornarnar kunnu síggjast, men trupulleikin við gaddajørð er, at omaná kann hon líkjast góðari jørð, tí mold er omaná báðum. Tað er nevniliga ikki omaná, at munur sæst á góðari jørð og gaddajørð. Grevur tú djypri, sært tú skjótt, at gaddajørð ikki er djúplent, og røtur fáa tí ikki fest seg.

Spurningurin er so, hvørt vit eru góð jørð ella gaddajørð. Vit fáa orð Guds nógva staðni og hava atgongd til tað alla staðni, men fær tað loyvi at seta seg ella taka vit bara ímóti tí uttaná?

Jesus greiðir frá líknilsinum tvær ferðir í sama kapitli, tí lærusveinarnir tykist ikki at hava skilt, hvat Jesus veruliga sigur: “Sáðmaðurin sáar orðið (…). Hini, ið sáa eru í gaddajørð; tað eru tey, sum, tá ið tey hoyra orðið, straks taka ímóti tí við gleði; men tey hava ikki rót í sær, men halda bert á eina tíð; kemur tá trongd ella atsókn fyri orðsins skuld, taka tey sær meinboga í stundini” (Mark 4,14.16-17).

Kanska øllum tørvar eina rótkanning av og á.