Aftur til forsíðu

Herklæðir

Herklæðir

Skrivað: Kaj Eli Hansen

“Latið tykkum í øll herklæði Guds, so at tit kunnu vera førir fyri at standa ímóti sniðlopum djevulsins” (Ef 6,11).

Herklæði eru nakað, sum vit kenna lítið til í dag, í øllum førum tey herklæði, sum Efesusbrævið talar um. Men tó, so eru hetta herklæði, sum vit kenna væl aftur frá sjónvarpi og søgubókum.

Og myndin er sera góð, tí hon vísir okkum, at tað er neyðugt, at vit hava eina verju, tá ið ein pílur kemur flúgvandi ígjøgnum luftina. Uttan brynju er allur okkara kroppur eitt lætt offur fyri einum slíkum píli.

Men hví nýta hesa mynd um herklæði í andaligum høpi?

Tí eisini í tí andaliga heiminum eru vit sum kristin í einum stríði, einum stríði sum gongur fyri seg dag og dagliga.

Vit, sum kalla okkum kristin ella Jesu lærusveinar, eru leyskeypt í Jesu blóði, og tí koma vit, so leingi vit liva, at standa í hesum stríði. Okkara fíggindi er Djevulin, sum ikki vil unna okkum frið og sælu.

Men tá er gott at vita, at vit standa ikki einsamøll í hesum stríði. Nei, okkara harri og frelsari hevur lovað at vera við okkum allar dagar, alt til veraldar enda.

A+

Trúboðin er ókeypis

...men arbeiðið verður fíggjað við sjálvbodnum gávum.
Dámar tær væl at lesa Trúboðan? So vilja vit fegin spyrja teg, um tú vilt stuðla Trúboðanum.