Hevur tú rúm fyri Jesusi?

Skrivað: Bjarta Ásbjørnsdóttir Arge

23. desember. Ein dagur eftir til jólaaftan. Vit hava bíðað, og børnini hava óivað bíðað enn longur. Øll bíða vit spent, til tað verður jól. Vit gleða okkum at njóta friðin, pakka gávur upp, eta góðan mat og at vera saman við familjuni. Summi lesa eisini jólaevangeliið, og vit hoyra tað fleiri ferðir í desember mánaða. Jesus varð føddur, og alt var so undurfult. Vit kenna øll søguna, men eitt ørindi, sum eg hugsi serliga um, er Lukas 2 ørindi 7.

“Og hon átti son sín, hin fyrstafødda, og hon reivaði hann og legði hann í eina krubbu, tí at ikki var rúm fyri teimum í tilhaldshúsinum” (Luk 2,7).

Maria mátti leggja tað dýrabarasta, hon átti í eina krubbu, tí tað var einki annað pláss.

Enn í dag eru tað mong menniskju, ið ikki hava rúm fyri Jesusi á jólum. Gávukeyp, matgerð, pynting, jólahald og veistlur. Vit renna til so nógv um jólini, at vit gloyma at geva Jesusi pláss.

Tá eg sang í barnakórinum, var tað ein sangur, ið bleiv sungin hvørji jól. Eitt ørindi ljóðaði so:

Mamma, um eg hevði livað, tá ið Jesus føddur var.

Ja, so var eg ei í iva, hann rúmið fekk hjá mær.

Eina song eg honum reiddi, ja ta bestu, sum er her.

Dýnu yvir hann eg breiddi, sum so góðan fjálga ber.

 

Mátti tað verið so, at vit hugsa líka nógv um Jesus, sum hetta lítla barnið í sanginum. Lat okkum bjóða Jesusi inn í okkara heim á Jólum.