Hin ringa dagin snýr Gud sær ikki undan ábyrgd
”Hin góða dagin skalt tú vera í góðum lagi, og hin ringa dagin skalt tú minnast til, at Gud hevur gjørt hann við líka so væl sum hin…” (Præd 7,14).
Hjá teimum flestu okkara eru dagarnir sera ymiskir. Tá vit leggja okkum um kvøldið, kunnu vit summar dagar nøgd siga, at hetta var ein góður dagur. Aðrar dagar gongur einki okkum eftir vild, og vit høvdu næstan ynskt, at vit kundu lopið hann um.
Tá dagurin eydnast okkum, er lætt at vera í góðum lag og takka Gudi. Hvaðna verri er tað, tá alt miseydnast fyri okkum.
Tá kann tað bæði vera skilagott og uggandi at minna okkum á orðini hjá Prædikaranum, at Gud hevur gjørt bæði tann góða og tann ringa dagin. Hann er ikki einans Gud, tá alt gongur okkum eftir vild og vit hava hug at syngja halleluja.
Gud er tann sami; hann snýr sær ikki undan ábyrgd; hann stendur við síni lyfti, uttan mun til okkara skiftandi umstøður. Og at hann ikki er líkasælur við okkum og hvussu vit hava tað, vita vit, tá vit hyggja at syni hansara, sum gav sítt egna lív fyri okkum.