Hvat byggir tú tína trúgv á?

Skrivað: Tórur Jacobsen

“Og tala mín og boðan mín var ikki við sannførandi vísdómsorðum, men við ásannan av anda og kraft, fyri at trúgv tykkara ikki skuldi vera bygd á mannavísdómi, men á Guds kraft.” (1. Kor 2,3-5)

Vit, sum kenna Jesus og fylgja honum, eru kallað at vera øðrvísi, vit skulu ikki hátta okkum eftir heiminum (Róm 12,2).

Men liva vit veruliga eftir tí? Sær heimurin nakað øðrvísi við okkum? Eg trúgvi, at hetta er ein tann størsti trupulleikin, vit, sum eru trúgvandi í vesturheiminum, hava í dag. Vit líkjast heiminum og skara ikki framúr.

Hví er tað vorðið so? Eg trúgvi, at vit hava bygt alt ov nógv upp á mannavísdóm, sum Paulus eisini ávarar ímóti í brævinum til korintmenn. Vit hava bygt okkara trúgv upp á okkara egna vísdóm, vit laga okkara trúgv eftir okkara egnu tíðarskrá, og tað er nokk orsøkin til, at vit kristnu líkjast so nógv heiminum í dag.

Eg skilji í veruleikanum væl tey, sum ikki trúgva.. Eg skilji at tey ikki koma streymandi inn í samkomurnar og hungra eftir Gudi. Tey síggja ikki samkomuna, sum um hon hevur nakað serligt at bjóða, sum heimurin ikki kann bjóða teimum.

Paulus skrivar, at vit skulu byggja okkara trúgv á Guds kraft, tí við Guds kraft kunnu tey, sum eru uttanfyri síggja, at Gud veruliga er við sínum fólki. Tá fara tey at ynskja at koma at kenna Gud og verða frelst. Hvussu kunnu vit so byggja okkara trúgv á Guds kraft? Tað er við bøn – at søkja hann og at vera fult bundin at honum og undirgivin honum. Tað ónda skelvur av sjálvt tí veikasta trúgvandi, sum biður til sín almáttuga Gud.