Aftur til forsíðu

Hvat er bøn?

Hvat er bøn?

Skrivað: Eliesar Eið

Hvat er bøn? Er bøn at tosa við Gud? Er bøn ein samrøða uppá nakrar minuttir við Gud?
Nei, bøn er so nógv meir. Bøn er at hava samfelag við Gud, at vera saman við Gudi.

Matteus 6,7-8 “Tá ið tit biðja, skulu tit ikki taka upp í saman eina rúgvu av orðum, eins og tey, ið hava aðra trúgv. Tey halda, tað snýr seg um orðanøgdina. Verið ikki sum tey, tí pápi tykkara veit, hvat tykkum tørvar, áðrenn tit biðja hann um nakað.”

Áðrenn vit yvirhøvur byrja at biðja, tá veit Gud, hvat okkum tørvar, tí hann kennir okkum. Tað er ikki neyðugt við nógvum fínum orðum, tí tað snýr seg um sambandið millum teg og Gud.

Rómverjabrævið 8,26: “Men somuleiðis kemur eisini andin veikleika okkara til hjálpar; tí at vit vita ikki, hvat vit skulu biðja um, soleiðis sum tað eigur at vera gjørt; men sjálvur andin gongur í forbøn fyri okkum við ósigandi suffum” Og 34. vers sigur um Jesus: “Hann, sum eisini gongur í forbøn fyri okkum”.

Bøn er bæði eitt suff og ein hjartagrátur. Bøn er at geva Gudi gætur og at loyva honum framat tínari tíð. Bøn er eisini at lata Jesus og Heilaga Andan biðja fyri teg, tá ið tú ikki sjálvur veitst hvat at biðja.
So far í kamar títt, og ver saman við faðiri tínum, ið hoyrir í loyndum.

A+