Hvat hevði so verið úr jólunum?
Ein dagin herfyri sat eg og hugsaði um, hvat um nú Jesus noktaði at lata seg føða inn í henda heim? Noktaði at taka uppá seg leiklutin sum heimsins frelsari? Hvat um nú Jesus í Getsemane urtagarði bakkaði út og segði, at hann ikki tímdi at doyggja fyri hesi sjálvsøknu og syndigu menniskju, sum so at siga alt hansara lív høvdu givið honum ótøkk, spott og pínslu afturfyri allar hansara góðu, reinu og kærleiksfullu gerðir…? Ja, so hevði eg persónliga havt ein sera stóran trupulleika.
Tíbetur bakkaði Jesus ikki út.
“Men Gud sýnir kærleika sín til okkara, av tí at Kristus doyði fyri okkum, meðan vit enn vóru syndarar” ( Róm 5,8).
Versið omanfyri slær týðiliga fast, at her var ikki nógv at koma eftir hjá Gudi. Her vóru ikki nógv menniskju, ið høvdu livað eitt nóg gott og pent lív til at hava uppiborið, at Jesus doyði fyri tey. Nei, tí at øll hava syndað, og teimum vantar Guds heiður, og víðari stendur skrivað: “og tey verða rættvísgjørd fyri einki av náði hansara við endurloysingini, sum er í Kristi Jesusi” (Róm 3,23-24).
Eingin av okkum stóð mát, eingin av okkum kláraði at uppfylla Guds boð. Men Gud gjørdi ein útveg. Av sínum kærleika til okkara læt hann Jesus føða inn í henda heim fyri seinni at doyggja á einum krossi, sum tað fullkomna ofrið fyri tína og mína synd. Alla ta straff, ið vit áttu at fingið, læt hann koma niður yvir Jesus. Tá vit soleiðis trúgva, at hetta krossarverk var gjørt fyri teg og meg, ganga vit frí frá dóminum, og ístaðin er kósin sett ímóti himlinum.
“Tí, um onkur er í Kristi, er hann nýggjur skapningur; hitt gamla er farið, sí, tað er vorðið nýtt!” (2 Kor 5,17)
Eg vil bara takka Gudi fyri, at hann læt sín einasta son føða inn í henda heim og síðani doyggja fyri meg, og at Jesus ikki bakkaði út, tá veruliga stóð á…
Hvat hevur størri týdning fyri teg, Jesus ella jólanissurnar?