Hví skammast?
”Tí at eg skammist ikki við gleðiboðskapin, tí at hann er Guds kraft til frelsu fyri hvønn tann, sum trýr” (Róm 1,16a).
Hvat merkir tað at skammast við gleðiboðskapin? Tað merkir millum annað, at vit ikki vilja kennast við Gud framman fyri øðrum. Tað kann millum annað vera frammanfyri okkara starvsfeløgum, okkara vinum ella øðrum, sum kanska halda lítið um tey trúgvandi. Men hvat hava vit at skammast við? Og hava vit yvirhøvur nakra orsøk at skammast? Og hvat so, um tað eru so mong, sum halda hetta vera býttiskap at trúgva á Gud?
Tað eru so mong kristin, runt um í heiminum, sum vera forfylgd fyri sína trúgv, ja enntá missa lívið fyri sína trúgv. Og hvat hoyra vit hesi fólkini siga? At tey vilja heldur verða forfylgd fyri sína trúgv, enn at enda eins og vit trúgvandi í vesturheiminum, sum hava tað so gott, at okkum tørva ikki Gud. Vit klára okkum fínt uttan hann. Tað er bara í truplum tíðum, at vit søkja hann. Tey kristnu forfylgdu eru so brennandi i trúnni, hóast tað kann kosta teimum so dýrt. Hetta áttu vit veruliga at lært nakað av, og hetta átti at eggja okkum til at standa fast við okkara trúgv og ikki skammast, tí vit hava onki at missa!