Hví stríðist eg, hóast eg trúgvi?

Skrivað: Bjarta Ásbjørnsdóttir Berhelsen

Tvey vinfólk fóru ein siglitúr. Áðrenn báturin fór útfrá, fortaldi maðurin vinkonuni: ”tað fer at rulla á túrinum, og tú fert at blíva í ørviti og sjúk”. Hon svaraði: ”tað man fara at ganga, hvussu ringt kann tað vera”. Tá tey komu út á opið hav, byrjar tað at rulla. Bleik og illa fyri vendir vinkonan sær til vinmannin og sigur: ”hetta er tí, eg ikki kann hava álit á tær”.

Hetta ljóðar eitt sinur løgið ha? Vinmaðurin fortaldi áðrenn, hvat fór at henda, men tá tað hendir sigur vinkonan, at hon als ikki kann líta á vinmannin…

Hetta er tað vit gera í heiminum í dag. Jesus segði, tá hann gekk á jørðini, at vit fóru at møta mótgongd. Tað stendur skrivað tríggjar feðrir í bíbliuni, at vit skulu verða hataði.

Og tit skulu verða hataðir av øllum fyri navns míns skuld; men tann, ið heldur út til enda, hann skal verða frelstur. (Matt 10,22)

Og tit skulu verða hataðir av øllum fyri navns míns sakir; men tann, ið heldur út til enda, hann skal verða frelstur. (Mark 13,13)

Og tit skulu verða hataðir av øllum fyri navns míns sakir. (Luk 21,17)

Jesus fortaldi lærusveinunum at teir skuldu verða hataðir, og um teir ikki vórðu tað! Allir uttan ein liðu teir ein ómenniskjaligan deyða.

Vit hava fingið at vita, at vit fara at møta mótgongd, men so skjótt vit møta mótgongd, missa vit álitið á Gud. ”Hvar ert tú Gud? Eg havi brúk fyri tær nú!” Gud veit, at vita fara at møta líðing, men tann, ið heldur á til endans skal verða frelstur. Hetta er eitt av hansara stóru lyftum.

Til tín, sum stríðist: Halt út og lít á Gud!