Hvønn gert tú tað fyri?

Skrivað: Bjarta Ásbjørnsdóttir Berhelsen

Ikki hvør tann, ið sigur til mín: «Harri, harri,» skal koma inn í himmiríkið; men tann, ið ger vilja faðirs míns, sum er í himlunum. Mangir munnu siga við meg á hinum degi: «Harri, harri, hava vit ikki profeterað við tínum navni, og hava vit ikki rikið út illar andar við tínum navni, og hava vit ikki gjørt mangar kraftargerðir við tínum navni?» Og tá skal eg siga teimum beint út: «Á ongum sinni havi eg kent tykkum; farið burtur frá mær, tit, ið havast við órætt.» (Matt 7,21-23)

Tá eg las hesi ørindini fyrstu ferð tók eg synd í hesum monnunum. Teir hava hildið seg gjørt tað rætta. Teir hava profeterað, rikið út illar andar og gjørt mangar kraftargerðir. Teir hildu, at teir høvdu gjørt alt rætt, og at tað fór at hjálpa teimum inn í himmiríkið. Men Jesus kennist ikki við teir.

Havi eg nakrantíð gjørt okkurt ella sagt okkurt, fyri at onnur skulu halda gott um meg? Tað, sum vit gera gott, høvdu vit eisini gjørt tað, um eingin sá okkum? Ella er alt bara fyri uppmerksemi? Í Kolossubrævinum 3,23 hevur Paulus eina áheitan. Hann sigur: ”Hvat tit so gera, gerið tað av hjarta, sum var tað fyri Harranum og ikki fyri monnum”.

Tá vit til dømis eru til arbeiðis, ella tá vit leggja okkurt út á miðlarnar! Lat tað alt vera til Guds æru – heldur enn fyri teg.