Hvønn leggur tú merki til?

Skrivað: Ernst Súni Magnussen

“Og tað hendi ein hvíludag, tá ið hann kom inn í húsini hjá einum av teim hægstu Farisearunum at halda máltíð, at teir góvu gætur eftir honum” (Evangeliið eftir Lukas 14:1)

Jesus var boðin til eina festmáltíð av einum av teimum múgvandi og mest týdningarmiklu átrúnaðarligu leiðarunum í jødiska samfelagnum. Tað var fríggjakvøld, arbeiðsvikan var liðug, og lukturin frá køkinum var helst góður. Ivaleyst var lagi gott á øllum, sum vóru saman komin. Men Jesus hevði eina heldur øðrvísi dagsskrá. Einum vatnsjúkum manni tørvaði hjálp, men heldur at enn at rætta honum eina hjálpandi hond, so bíðaðu teir kønu eftir, hvat Jesus fór at gera.

Tískil setti Jesus vertinum og hinum farisearunum sama spurning sum áður: “er [tað] loyviligt um hvíludagin at gera gott ella at gera ilt, at bjarga lívi ella at týna tí?” (Luk. 6,8). Jesus hevði lagt merki til sjúka mannin, men vildi helst royna enn einaferð, um hesir kønu menn høvdu broytt meining síðani seinast.

Tó at teir kønu valdu ikki at svara Jesusi, so fekk sjúki maðurin hjálp og fór frískur avstað, hóast hvíludagsboðið, sambært farisearunum, bleiv brotið. Jesus vísti teimum, sum lýddu á, at ein og hvør vildi hjálpt einum illa fyrikomnum húsfólki ella húsdjóri, eisini um tað var á sabbatinum. So hví ikki vísa miskunn og hjálpa einum manni við vatnsótt?

Eins og Jesus legði merki til mannin við vatnsjúku og hjálpti honum, so hevur Harrin eisini lagt merki til tín og mín og sigur: “Vinur mín, flyt teg hægri upp!”. Frelsarin vil hava okkum nærri til sín, so hann betur kann læra okkum at leggja merki til tey, sum tørva miskunn.

Vit leggja ofta merki til, at nógv fólk fylgja, dáma og eftirlíkna teimum, sum eru framstandandi, múgvandi og máttmikil. Og uttan iva kunnu vit læra nógv gott frá mongum av teimum, sum hava vunnið sær ríkidømi, makt og gott umdømi. Men um vit leggja merki til Harran Jesus, so síggja vit, at hann framum alt, vísir øðrum miskunn. Møguliga leggur tú merki til onkran í dag, sum tú kanst vísa miskunn og rætta eina hjálpandi hond.

Má Harrin hjálpa okkum at leggja merki til onnur eins og hann gjørdi. Í røttum tíma fáa vit eisini góða løn: “tað skal verða tær afturgoldið, tá ið hini rættvísu rísa upp” (Luk. 8,14).