Hvør hevur sett teg har, sum tú ert?
“... hvør veit, um tað ikki er fyri hesa somu stund, at tú ert komin til drotningartignar?” (Est 4,14)
Ester bók er líka so dramatisk og spennandi, sum nøkur nútíðar skaldsøga. Ester drotning í Persia var av jødiskari ætt, uttan at kongur visti tað, og kom í eini lyklastøðu at bjarga fólki sínum, tá tað varð hótt av týning. Men tað kravdi, at hon – móti bæði lóg og siðvenju – óbiðin fór inn fyri kong og bað hann bjarga fólki sínum. Var kongur ikki í rætta “humørinum”, kundi tað kosta henni lívið. Kongur kundi altíð fáa sær eina nýggja drotning.
Men hví var Ester komin í hesi lyklastøðu? Jarðiska svarið var, at hon var vøkur og tí var vald til drotning í tátíðarinnar størstu vakurleikakapping, har vinningurin var at gerast drotning. Men í versinum omanfyri leggur systkinabarn og fosturpápi hennara Mordokai upp til, at tað var Gud, sum hevði sett hana í hesa lyklastøðu. Hon var í grundini ikki blivin drotning, fyri at hon skuldi sleppa at liva eitt marglætislív á kongsborgini og njóta sín egna vakurleika. Nei, hon skuldi gera nakað uppaftur vakrari og seta lív sítt í váða fyri at bjarga fólki sínum.
Hví eru eg og tú sett, har sum vit eru? Á einum skúlabonki, á einum arbeiðsplássi, í einum ítróttar- ella frítíðarfelag, í eini sjúkrasong, ella hvar vit nú eru stødd? Tað finst eitt jarðiskt svar uppá henda spurning, eins og við Ester. Umstøðurnar hava lagað tað so. Men tað finst eisini eitt andligt svar: Gud hevur sett teg, júst har tú ert, fyri at tú skalt gera mun har. Vera nakað fyri næsta tín. Siga næsta tínum um Jesus og við atburði tínum vísa á hann. Hava sama sinnalag sum hann. Tað er tín lyklastøða. Og næsti okkara er ein og hvør, sum vit møta á leið okkara.