Hvørjum trýr tú?

Skrivað: Leo-Hans Mikkelsen

“Tá trúði Ábram Harranum; og hann roknaði honum tað til rættlætis” (1 Mós 15,6).

Gud gav Ábrami eitt lyfti um, at hann skuldi fáa avkom sum stjørnufjøldin, hóast hann og konan vóru farin um vanligan barnsburðaraldur. Uttan at síggja, og móti øllum vanligum viti og skili, trúði Ábram Gudi, og tað var honum roknað til rættlætis.

Vit menniskju eru oftast soleiðis, at vit vilja hava prógv, vilja síggja, fyri at trúgva, men tá tað kemur til viðurskifti okkara við Gud, eru vit yvirlatin til trúnna. Men vit eru ikki yvirlatin til tilvildina, tí hetta er ikki ein blind trúgv. Vit hava Guds orð og nógvar vitnisburðar um Guds stórleika og nærveru, bæði millum menniskju og í náttúruni. Gud kann vísa seg á so mangan hátt.

Jesus segði við Tummas, sum ikki vildi trúgva, fyrr enn hann hevði sæð naglamerkini og lagt hondina í síðuna: “Av tí at tú hevur sæð meg, hevur tú trúð. Sælir eru teir, sum ikki sóu, og trúðu tó!” (Jóh 20,29)

Aftur her eitt dømi um, at Tummas, hóast sína vantrúgv, ikki verður rikin burtur, men verður møttur av Jesusi og kann byrja av nýggjum. So hóast vit mangan kunnu ivast, og vantrúgvin vil taka yvirhond, kunnu vit koma til hansara, sum gav sítt lív fyri okkum, bæði tann sum ivast, og tann sum trýr, tí hann vil møta okkum, har sum vit eru, tí hann elskar okkum við einum ævigum, fyri okkum óskiljandi, kærleika.

“Men trúgv er treyst í tí, sum vónað verður, sannføring um teir lutir, sum ikki eru at síggja” (Hebr 11,1).