Hvussu avmynda vit Jesus?

Skrivað: Katrin Groth Mortensen

Fyri stuttum stóð at lesa um ein listamálara sum hevði málað eitt listaverk, ið avmyndaði Jesus á krossinum. Á málninginum sóust eisini nøkur fólk niðri við krossins fót, ið stóðu og syrgdu Jesus.

Listamaðurin hevði megnað at mála hesar syrgjandi persónar so livandi og áhugaverdar, at tá fólk hugdu eftir málninginum, blivu tey so hugtikin, at tey ”gloymdu” at hyggja longur upp á krossartræið, har tann líðandi frelsarin hekk.

Listamálarin var sera keddur av hesum. Hann hevði lagt alla orku í at vísa menniskjum á Jesus við sínum málningi, men persónarnir við krossins fót vóru meira í eygnahædd hjá teimum, ið skoðaðu  málningin, og tí góvu tey teimum gætur.

Listamaðurin undirvísti á einum bíbliuskúla. Eftir hesa hendingina segði hann við sínar næmingar: – Tað kann vera, at tit ikki duga at ”svinga” við penslinum, sum eg geri, men eitt er givið: Øll fólk, ið trúgva á Jesus, avmynda hann á ein ella annan hátt. Men eitt er týdningarmikið at leggja sær í geyma: Júst sum eg kom at gera tað við mínum málningi, kunnu tit hava eitt skeivt fokus, har tit heldur skugga fyri tykkara frelsara, enn at tit vísa øðrum vegin til hansara. Hetta avspegla tit hvønn dag við tykkara atburði og tykkara kropsmáli.

Tí er neyðugt, at vit spyrja okkum sjálv hvønn dag: Sæst tað á mær, at Jesus er Harri í minum lívi?

Fest títt eyga á Jesus

hygg inn í hans andlit so kært,

so øll heimsins gleði vil fána burt,

í tí náði og dýrd ið tú sært.