Hvussu er tín sjón?

Skrivað: Herbert Vander Lugt
Týtt: Ernst Súni Magnussen

Við trúgv fór [Móses] úr Egyptalandi … tí at hann helt á, eins og sá hann hin ósjónliga. Heb. 11,27

Dagsins skriftstað: 4 Mós 13, 26 – 14, 10

Fyri fleiri mánaðum síðani vitjaði eg tveir játtandi kristnar menn sum vóru ólekjandi sjúkir og lógu til tað síðsta. Eg var ovfarin, hvussu stórur munur var á teirra hugburði. Annar var í ringum lag og linur, sum eg læs skriftirnar og bað og tosaði um vón okkara í Kristi. Hansara andligu eygu tóktust kám.

Tá eg vitjaði hin, tosaði hann blídliga við tvær abbadøtur. Hann segði teimum at hann inniliga ynskti at tær fingu eitt gott lív, og hann ráddi teimum til at liva fyri Jesus. Hesin maður hevði eina krystallklára andaliga sjón. Sum hann lá til tað síðsta, sá hann við trúgv hin ósjónliga Guð.

Vit lesa um eitt líknandi aftursvar í 4. Mós. 13 og 14. Teir tólv njósnararnir vóru sendir avstað at njósnast í tí lovaða landinum. Allir tólv sóu fruktagóðu og grønu økini. Tað var sanniliga eitt land, sum sá lovandi út til jarðarbrúk. Men tíggju av teimum vóru ræddir fyri støddini og mongdini av tí fíggindasinnaða fólkið, sum livdi har. Hesir søgdu at tað var ov djarvt at gera innrás. Hinir báðir, Jósva og Kaleb, hildu uppá at við Harranum við teirra lið, so kundu teir taka landaøki. Við trúgv sóu teir Guð omanfyri forðingarnar.

Hvat hava vit fest okkara andligu eygu á? Síggja vit bert støddina av okkara trupulleikum? Ella síggja vit, hvussu stórur Guð er? Bert Guð kann geva okkum krystallklára sjón.