Hvussu sá Jesus út?

Skrivað: Øssur Kjølbro

“Hann rann upp eins og kvistur fyri ásjón hans og sum rótarskot úr turrari jørð. Hann var hvørki fagur ella glæsiligur, so at tað kundi vera hugaligt hjá okkum á at líta, og ikki ásýniligur, so at vit kundu hava hugnað í honum” (Jes 53,2).

“Tað vakra hugtekur øll”, syngur skaldið um heimstaðin. Tað er eisini galdandi fyri menniskju sínámillum. Ein vøkur genta á gøtuni fær menn at venda sær. Í Hollywood-filmum eru hetjur ofta vøkur fólk, og hvørjir skálkarnir eru, er ofta skjótt at finna útav, tí okkurt við útsjónd, klæðum ella verumáta teirra avdúkar teir.

Tá jødafólkið bíðaði eftir einum kongi, væntaðu tey sær eisini okkurt vakurt. Tey roknaðu ikki við, at hann fór at verða føddur í einum fjósi av fátækum foreldrum. Tey roknaðu ikki við, at hann skuldi arbeiða sum vanligur handverkari. Tey roknaðu ikki við, at hann fór í hóslag við skøkjur, tollarar og onnur útskot.

Versið hjá Jesaja profeti omanfyri hevur fingið fólk at hugsa um, um Jesus kanska als ikki var nakar vakur maður. Ella snýr versið seg meira um pínslur hansara langafríggjadag? Í øllum førum kunnu vit siga, at Gud dømir ikki eftir útsjónd. Hann elskar teg líka nógv, uttan mun til um tú ert vakur/vøkur ella mishátt/ur.

Vit skulu heldur ikki døma eftir tí ytra. Heldur tú lítið um at fáa eitt barn í eini krubbu sum kong? Júst hann valdi Gud út at vera tín kongur, frelsari og harri.

 

(Andaktin er skriva við íblástri frá adventsandaktsbókini “Mens vi venter…” eftir Ditte Mortensen, Lohses Forlag 1994)