Hvussu verður ein sælur?
“Sælur er hann, hvørs misbrot er fyrigivið, hvørs synd er kvittað” (Sl 32,1).
Fólk hava í áravís roynt at loysa gátuna, hvussu ein verður sælur. Mong vilja vera við til, at um ein skal uppnáa fulla sælu, so er tað ríkidømi, ein skal stremba eftir. Onnur vilja vera við, at ein góð familja er kjarnin í sæluni í hesum heimi.
Men hvat sigur Guds orð um sælu? Sigur Guds orð eisini, at sæla er ríkidømið og ein góð familja?
Nei! Guds orð sigur, at “Sælur er hann, hvørs misbrot er fyrigivið, hvørs synd er kvittað”.
Ríkidømi og annað verðsligt kann geva okkum sælu í eina stutta stund. Men tá ið vit skulu møta Harranum andlit til andlits, so er tað einki annað, sum kann veita okkum sælu, enn at okkara syndir eru dekkaðar av hansara blóði, sum rann á Golgata fyri meg og teg.
Tað er so skjótt at fara við streyminum og bara hugsa um, hvussu ein verður sælur ta stuttu løtuna, vit liva í hesum heimi.
Men hvussu er við tær? Hvussu er tín støða, tá ið Harrin kemur at heinta tey heim, sum hava sett sítt álit á hann og ikki á henda heim?
Ert tú sælur í Harranum? Eru tíni misbrot fyrigivin? Er tín synd kvittað?
Gud vælsigni okkum at finna sæluna í Jesusi, sum lat sítt blóð renna fyri meg og teg, so at vit kunnu standa sæl, tá ið vit skulu møta honum andlit til andlits.