Hygg upp, og lít teg umkring

Skrivað: Ernst Súni Magnussen

Nú árið er komið at enda, er ikki óvanligt at líta aftur á og hugsa um tað sum fór og skoða framá fyri at gera eina meting av, hvat komandi tíðir bera við sær.

Um vit hyggja aftur á árið sum fór, er tað givið, at nakrar hendingar koma fram á ein serligan hátt. Tað kann vera ein kenningur ella ein av tínum kæru, sum ikki longur er okkara millum, og sum tú saknar og syrgir. Hinvegin kann tað vera ein signing, sum farna ári gav t.d. eitt barn, eitt starv, ein ferð o.s.fr.

Tá tú hyggur aftur á farna árið og fært eyga á tað sum hevði serligan týðning fyri teg, um tað so var gleði ella sorg, so er altíð vert at hava í huga, tað sum Harri okkara sigur: “Eg eri Alfa og Omega, hin fyrsti og hin síðsti, upphavið og endin.” Op. 22,13

Møguliga gjørdi farna árið enda á einum parti í lívi tínum, ella var tað ein byrjan til nakað nýtt, ella bæði tvey. Óansæð, so er gott at vita, at Harrin Jesus er við okkum alt til veraldar enda (Mt. 28, 20).

Tað sum er farið broytist ikki; hvørt tað var tungt ella lætt. Men tað sum liggur fyri framman, er nakað vit kunnu royna at viðvirka til, so tað kann verða til signingar, bata, lív og gleði. Tí eiga vit at hyggja upp og kanna rundan um okkum, um ikki Harrin hevur eini boð til okkara, sum vit kunnu bera við okkum inn í tað nýggja árið.

Í Hebrearabrævinum ljóðar partur av eini bøn soleiðis:

…Latum okkum ganga fram fyri Guð við sonnum hjarta, við fullari trúarvissu, tá ið vit hava fingið hjørtu okkara reinsað frá ringari samvitsku, og hava fingið likamið tváað við reinum vatni; latum okkum halda óvikuliga fast við játtingina av vón okkara; tí at trúfastur er tann, sum fyrijáttanina hevur givið; og latum okkum geva gætur hvør eftir øðrum, so at vit birta hvør undir annan til kærleika og góðar gerningar Heb. 10, 22-23a

Gott nýggjár