Ikki ógjørligt
Tí at hjá Guði man ikki nøkur søk vera ógjørlig. Luk. 1,37
Vit nærkast jólunum, tá ið stórsta undri sum er hent í mannasøguni hendi. Nevnuliga at eitt barn bleiv føtt inn í henda heim, sum ikki var giti á vanliga hátt.
Guð lat sín son føða inn í henda heim, eins og eg og tú eru fødd inn í henda heim. Men tó við tí stóra muni, at vit blivu fødd í synd, meðan Guðs sonur var føddur uttan synd.
Fyri okkum syndugu menniskjur, er hetta ógjørligt at skilja við okkara viti og skili, og tó so stendur tað fast, at soleiðis var. Tí vit menniskju eru avmarkaði, men hjá Guð er einki ógjørligt.
So tá ið vit aftur fara at halda jólahøgtíðini, til minnis um at Jesus bleiv føddur, so má spurningurin melda seg, bæði hjá tær og mær: trúgvi eg hesum, ella er hetta bara hugni og feria fyri meg?
Maria setti spurningin ”hvussu kann hetta bera til..?” (Luk 1,34), tú kanst eisini seta henda spurning. Svari er tað sama ”tí at hjá Guði man ikki nøkur søk vera ógjørlig”.
Trúgv hesum!