Ja til Jesus
“Verðið í mær, so verði eisini eg í tykkum: Eins og greinin ikki kann bera ávøkst av sær sjálvari, uttan hon verður í víntræinum, soleiðis kunnu ikki heldur tit, uttan tit verða í mær” (Jóh 15,4).
Tað var konfirmatión í Fríðrikskirkjuni, og eg hevði okkara elsta son við; hann var um fimm ára aldur tá.
Eg greiddi honum frá, hvat konfirmation var, og at tey ungu nú søgdu ja til at fylgja Jesusi gjøgnum lívið. Hann sat friðarligur og hugsaði eina løtu, og so segði hann: “Babba, tá eg verði so stórur, tá fari eg eisini at siga ja”.
Hetta bleiv sera stórt fyri mær og ein uppmuntran um at halda fast við tað lyfti, sum eg gav í kirkjuni. Eitt lyfti um at fylgja honum gjøgnum lívið.
Sum foreldur kunnu vit siga okkara børnum um Jesus og soleiðis styrkja teirra barnatrúgv. So tey kunnu verða varðveitt í tí trúgv, sum tey blivu gróðursett í við dópinum.