Jesus bjargar

Skrivað: Derhard Jógvansson

Einaferð fóru Jesus og lærusveinarnir í ein bát. Harðveður brast á og menn vóru í vanda og óttaðust fyri lívinum. Jesus svav og varð tí vaktur av lærisveinunum, sum vóru í neyð. Róligur spurdi Jesus: “Hví ræðast tit?” Hann hótti at vindinum og illveðrið gjørdist blikalogn.

Eisini vit kunnu uppliva illveður, ótta og neyð. Eg kann hava mist ein kæran, kann gerast sjúkur, kann óttast tilveruna, og kann tá finna uppá at spyrja: “Verjir Gud ikki síni børn?”

Kendi bretski rithøvundurin C. S. Lewis skrivaði í bókini The Problem of Pain: “Gud teskar til okkara í okkara njótan, tosar til okkara í okkara samvitsku, men rópar til okkara í okkara pínu: Hon er hansara megafon fyri at vekja ein deyvan heim.”

Um einki illveður rakti meg, hevði eg ikki biðið Jesus um hjálp. Men kenni eg nú mítt størsta illveður? Veit eg, hvat øll illveður peika á? Jesus bjargaði lærisveinunum frá einum tímiligum illveðri. Men tað størsta var hansara æviga bjarging teirra!

Mær nýtist ikki óttast, tí størsta illveðrið rakar meg ikki. Tað rakti Jesus! Hann hevur bjargað mær. Blikalogn bíðar mær í Himli.

Takk Gud fyri illveðrið, rópið um hjálp og ævigu bjargingina!