Jesus er navn hansara
”Og tá ið átta dagar vóru lidnir, og hann skuldi verða umskorin, tá varð navn hansara kallað Jesus, soleiðis sum tað var kallað av einglinum, áðrenn hann var gitin í móðurlívi. ”
Luk.2,21
Hetta er áttanda dagin eftir jólaaftan, og serligt hugnin og alt tað, sum hoyrdu jólunum til, er farið at fjara burtur, nú ið nakað er fráliðið. Vit fara undir eitt nýtt ár. Vit ynskja hvørøðrum gott nýggjár og verða fylt av væntan, men eisini av stúran fyri tí, sum liggur úti í framtíðini, tí tað vita vit nevniliga onki um.
Men kortini vita vit nakað sera týdningarmikið um tað, sum liggur aftan fyri okkum. JESUS ER FØDDUR. Tað var ikki nøkur tilvildarlig hending. Henni hevði Gud skipað fyri heilt úr ævinleikanum. Guds sonur var fúsur at koma higar at taka sær av okkum. Vit vóru fallin í synd og høvdu vent Gudi bakið. Tí mátti hann koma og møta okkum her – í okkara synd og okkara gudloysi. Hann kom at fyrigeva okkum syndina og aftur at knýta felagsskap ímillum okkum og Gud.
Tað var tað, ið eingilin segði við Mariu, áðrenn Jesus varð gitin. Hon skuldi kalla barnið Jesus, og tað merkir, ”Gud frelsir”. Somu boð fekk Jósef frá einum eingli, tá ið hann gjørdist í døpurhuga av at varnast, at genta sín, Maria, var við barn. Barnið, sum Maria skuldi bera í heim, varð gitið av Heilagum Anda, og Jósef skuldi kalla navn hansara Jesus.
Tað var komu hansara, vit hátíðarhildu á jólum, og nýggjársdag hátíðarhalda vit tað, sum hendi áttanda dagin eftir føðingina. Tá varð hann umskorin og fekk navnið, sum fortelur okkum, at Gud frelsir. Hann vil sýna okkum sín kærleika og fyrigeva okkum syndina. Harvið fáa vit alt, okkum tørvar, so vit kunnu rokna við Gudi og umsorgan hansara – eisini ígjøgnum ókenda komandi árið.
Jesunavnið aldri bliknar,
slítist ei av tíðartonn,
Jesunavnið aldri viknar,
Guds orð eru ævigt sonn.
Tað ber boð til ung og gomul,
gevur lív og frið í sál,
og tað savna kann øll somul,
leiðir sálir fram á mál.