Jesus er tann góði hirðin

Skrivað: Jákup E. Petersen

“Eg eri hin góði hirðin. Hin góði hirðin setir lív sítt til fyri seyðirnar” (Jóh 10,11).

Hesi orðini frá Jesusi eru kanska nøkur av teimum kendastu her á landi. Nógv munnu hava sæð Jesus avmyndaðan sum seyðamann, við einum seyði á herðunum. Tey flestu munnu hava hoyrt 23. sálm og orðini “Harrin er hirði mín, ongan sakn eg kenni.” Ikki uttan orsøk, tá ið vit næstan hava dupult so nógvan seyð sum fólk í Føroyum.

Jesus fortelur okkum, at summi hoyra og kenna hansara rødd og fylgja honum. Onnur fylgja honum ikki og kenna ikki rødd hansara. Tey hava fingið sær aðrar sokallaðar hirðar at leiða seg.

Alt, ella øll, sum kunnu bjóða okkum meining í lívinum, samleika og virði, eru møguligir hirðar.

Tí kanst tú, við at spyrja: Hvat er tað í mínum lívi, sum gevur mær týdning og virði, finna fram til, hvør virkar sum hirði í tínum lívi.

Lat okkum taka eitt nú arbeiði. Vit, ið kunnu arbeiða, eiga at vera glað og takksom fyri arbeiðið. Men um eg ofri alt. Konu, børn, vinir, heilsuna og so framvegis. Er mítt arbeiði so mín Gud? Tað, sum gevur mær grundleggjandi virði og týdning? At uttan mítt arbeiði eri eg einki?

Trupulleikin við hesum er, at arbeiðið gevur seg ikki fyri meg. Men eg má bøta afturfyri við sálini, um eg vil vinna allan heimin.

Ístaðin, um eg havi ein hirða, sum hevur ofrað sítt lív, fyri at geva mær endaleyst virði og týdning einans í kraft av at vera Guds barn. Tá verður mítt virði goymt á betri og tryggari grund. Tá kann eg arbeiða við takksemi uppeftir til Guds og við tænastu úteftir til næstan.