Jesus heldur fast

Skrivað: Øssur Kjølbro

Frásøgnin hjá Matteus evangelisti er kend, um tá fyrst Jesus og síðani Pætur gingu á vatninum:

“Men tá ið Pætur sá illveðrið, óttaðist hann; og tá ið hann tók at søkka, rópaði hann og segði: “Harri, bjarga mær!” Í tí sama rætti Jesus hondina út og tók í hann og sigur við hann: “Fátrúni maður, hví ivaðist tú?” (Matt 14,30-31)

Tá listafólk hava avmyndað hesa bíbliusøguna, er kjarnin í myndini ofta tann sterka hondin hjá Jesusi, sum heldur fast um skøvningarnar á Pæturi. Tí tað er Jesus, sum heldur fast í Pæturi, ikki øvut.

Tí trúgvin hjá Pæturi er ein stríðandi trúgv! Hon er “nóg stór” til, at hann stígur út úr bátinum og gongur móti Jesusi, men hon røkkur ikki til at fáa hann heilt til Jesus. Ivin og óttin innheinta hann. Men trúgvin í honum veit tó, hvønn hann skal rópa til í neyðini: “Harri, bjarga mær!”

Ein fín mynd av kristnu trúnni! Hon er lítil, ja, einki í sjálvum sær og verður lættliga rend um koll av øllum tí, sum vit uppliva. Men hon veit tó, hvønn hon skal rópa á um bjarging. Og hann svíkur ikki!

Tað er so gott, at okkara trúgv ikki er ein præstatión – nakað, vit líkasum sjálv skulu elva fram í okkum sjálvum og síðani vísa fram fyri Jesus, so at hann kann løna okkum afturfyri við sínum vælgerðum! Tá var “trúgv” ikki annað enn gerningsrættvísi. Nei, kristin trúgv er ein relatión til Jesus – eitt persónligt álitissamband til hansara, sum megnar at bjarga okkum fult og heilt.