JESUS í gerandisdegnum

”Eg kalli tykkum ikki longur tænarar; tí at tænarin veit ikki, hvat harri hansara ger; men tykkum havi eg kallað vinir, tí at eg havi kunngjørt tykkum alt tað, sum eg havi hoyrt av faðir mínum. ”
Jóh.15,15

 

 

Jesus sigur seg vera okkara vin. Ein vin nevna vit vanliga ein, sum vit eru glað fyri, sum vit hava álit á, sum vit vita leggur í okkum, og sum fegin vil gera sítt til at hjálpa okkum í trupulleikum, men øll eru vit bert menniskju, og vit hava brek. Vit svíkja, og vit gloyma. Flestu fólk munnu onkuntíð hava kent seg sviknan av onkrum, tey høvdu álit á.

 

Men so hava vit Jesus. Hann kunnu vit altíð líta á uttan at gerast vónbrotin. Tað hevur hann lovað. Hann hvørki gloymir (”Man kona gloyma bróstabarn sítt, ein móðir tað barn, sum hon bar undir hjarta? Hesar mega gloyma, men eg gloymi ikki teg. ” Jes.49,15) ella svíkur (”Lítið allar ævir á Harran, tí at hann er ævigur klettur. ” Jes.26,4). Hann svarar ikki altíð, sum vit ynskja, men á tann hátt, sum hann veit er gagnligast fyri okkum. Har ein hurð verður latin aftur fyri okkum, letur Gud eina aðra upp. Hann letur okkum ikki standa mótleys og uppgevandi, men hann hjálpir okkum altíð víðari, tá vit sjálvi ikki duga at síggja ein útveg.

 

Gud ynskir at hava inniligt samband við hvønn einstakan av okkum. Ofta hoyra vit orðingina ”hjartadyr”. Hugsa tær, at á hjartadurum okkara er bert handtak innanfyri. Vit mugu lata upp og lova Jesusi inn. Hann hevur skapt okkum við einum fríum vilja, og hann virðir okkara mørk. Hann kemur ikki troðkandi inn, men hann bankar á dyrnar og biður um at sleppa inn. Avgerðin er okkara.

 

Fyri at koma nærri einum næsta, mugu vit nýta tíð saman við viðkomandi. Á sama hátt er við Gudi. Skulu vit fáa uppbygt eitt opið samband og vinalag við hann, mugu vit seta okkum tíð av til tess. Bønin hevur eina ótrúliga megi. Tess meiri tíð vit nýta saman við Gudi í bøn, tess nærri koma vit honum.

 

Hann kennir okkum inn á botn, ja, betur enn vit sjálvi gera. Tí er bara at oysa allar hugsanir og øll ynskir fram fyri hann. Tað er ikki neyðugt at leggja ætlanir frammanundan. Hann loftar øllum tí, vit hava upp á hjarta, og hann fer varliga og trúfast um tað. Og best av øllum: Hann slatrar ikki!

Hugsa tær, hvussu heppin vit eru: vit hava ein sálarfrøðing, sum skilir og vegleiðir, uttan at vit noyðast at byrja frá grundini av og fortelja í tímavís fyri at skapa eina heildarmynd av okkum sjálvum, sum Gud kennir til fulnar frammanundan.

 

Nýt tí nógva tíð at tosa við Jesus. Tá tú koyri til arbeiðis, bakar, ruddar, fiskar, og tá tað annars liggur fyri. Tað byggir upp eitt trygt og álitisfult vinalag. Tað lættir sinnið, tí hann hevur lovað at bera okkara byrðar fyri okkum.
S.