Jesus, minst til mín…

Skrivað: Heri Danielsen

«Sanniliga sigi eg tær, í dag skalt tú vera við mær í paradís!» (Luk 23,43)

Vit kenna øll søguna, Jesus hongur á krossinum, og við hansara lið eru tveir krossfestir ránsmenn. Vit lesa í Matteus kapittul 27, vers 44, at ránsmenninir spottaðu Jesus og róptu saman við allari mongdini at honum. Men so gongur ein løta. Vit vita ikki, hvussu leingi tað hevur verið, ella um nakað serligt er hent, men tann eini ránsmaðurin byrjar at undrast.

Teirra dialogur stendur soljóðandi: Men annar av illgerðarmonnunum, sum hongdir vóru, spottaði hann og segði: ”Ert tú ikki Kristus? Bjarga tær sjálvum og okkum!” Men annar svaraði og hevði at honum og segði: ”Óttast tú heldur ikki Gud, tá ið tú ert undir sama dómi? Og vit eru tað við rættum; tí at vit fáa tað afturlønt, sum vit hava gjørt; men hesin hevur einki ósámiligt gjørt” (Luk 23,39-41) Her lesa vit, at maðurin undrast á, hví Jesus verður settur líka lágt sum hann sjálvur, sjálvt um hann einki skeivt hevði gjørt. Hann sær nú, at Jesus er nakað, sum er størri, at Jesus er Messias.

Og hann segði: ”Jesus, minst tú til mín, tá ið tú kemur í ríki títt!” Og hann segði við hann: ”Sanniliga sigi eg tær, í dag skalt tú vera við mær í paradís!” (Luk 23,42-43)

Jesus sær hetta hjarta hjá ránsmanninum, hann sær, at hesin maður rópar um hjálp. Jesu náði er so vøkur og undurfull. At sjálvt um hesin ránsmaður bara hevði framt ringan atburð gjøgnum lívið hjá sær; so varð hann frelstur ígjøgnum Jesu blóð, sum rann á Golgata.

Vit verða altíð noydd at minna okkum sjálv á, at Jesus fyrigevur ØLLUM. Tú má aldrin ganga runt og hava tað tungt, tí tú følir teg ov skitnan til Gud, og tú ikki følir, at tú ert góður nokk. Tí at ránsmaðurin á krossinum fekk allar sínar syndir strikaðar, og tað var ein maður á hinum krossinum, sum tók tær á seg. Jesus er eisini har fyri teg, kom til hansara og gev tú honum títt lív og allar tínar syndir. Tí at eg kann lova tær tað, at tá skalt tú eisini sleppa við honum inn í paradís.