Jesus veit av okkum

Skrivað: Øssur Kjølbro

“Og við tað sama noyddi Jesus lærusveinarnar at fara í bátin og fara undan honum yvir um hinumegin, meðan hann læt mannamúgvurnar fara avstað. Og tá ið hann hevði latið mannamúgvurnar fara, fór hann fyri seg sjálvan niðan á fjallið at halda bøn; og tá ið seint var vorðið, var hann har einsamallur í einingi. Men báturin var longu mitt úti á vatninum, og var illa staddur av aldunum, tí at teir høvdu andróður. Og í fjórðu náttarvøku kom hann til teirra gangandi eftir vatninum” (Matt 14,22-25).

Hví noyddi Jesus lærusveinarnar at rógva yvir um vatnið – væl vitandi, at teir fóru at koma í illveður? Og hví kom hann teimum ikki til hjálpar fyrrenn í fjórðu náttarvøku (klokkan 3-6 um morgunin)? Alt í lagi, at hann setti eina løtu av har uppi á fjallinum til at biðja til faðir sín, men kundi hann ikki gjørt eitt sindur skjótari av?

Soleiðis kunnu vit eisini spyrja í lívi okkara. Hví fekk eg hetta at dragast við? Hví blivu vit rakt av hesum? Hví verður ein tikin frá okkum, sum vit hava so kæran? Hví drálar Jesus við at svara bønum mínum? Og so framvegis.

Frásøgnin svarar als ikki okkara natúrligu spurningum. Men hon fortelur, at tá vinir hansara vóru í størstu neyð og útmøddir, kom Jesus teimum endiliga til hjálpar. Og fram til tá hevði hann eisini fult yvirblikk yvir teir. Har uppi á fjallinum tosaði hann við faðir sín – millum annað um teir! Og haðani kundi hann eisini eygleiða teir. Hann visti av teimum; hann sá stríð teirra og helt vakt yvir teimum, hóast teir ikki sóu hann.

Soleiðis eisini við okkum í dag. So kunnu vit hóast alt eiga Guds frið, hóast vit ikki skilja allar hansara vegir.