Jólagleði

Skrivað: Elinborg Osvaldsdóttir

Ja, so náddu vit aftur myrkasta mánað í árinum. Seint verður sløkt og tíðliga tendrað. Handilslívið er virknari nú enn nakra aðra árstíð, og lýsingarnar floyma inn yvir okkum. Tær eru á tremur við alskyns jólaprýði og jólagávuhugskotum. Handlarnir hava júst tað rætta fyri at skapa teir røttu karmarnar um jólahugnan, ið fólk hava longst so nógv eftir, meðan dagarnir styttast í hvørjum.

Ella hava teir nú tað? Sjálvandi er tað hugnaligt at fara ein túr í tann prýdda býin, við perum, stjørnum og tí, sum har til hoyrir, at keypa jólagávur. Men vit mugu ikki gloyma, hví vit í grundini halda jól.

Í allari stákanini, kom eg at hugsa um ein sang, har niðurlagið er soljóðandi:

Nei, jól uttan Jesus tað er einki vert,

tað er sum ein pakki har pappír er bert.

Har má okkurt vera,

mær gleði kann bera,

tað eru eingi jól uttan Jesus.

Eru hetta ikki nógv virðismiklari fortreytir fyri einari jólahátíð við sonnum jólahugna og gleði? Frelsari okkara, sum vildi lata seg føða í okkara heim, ið einki var í sær sjálvum, hann eiga vit ikki at gloyma.

Við at gloyma, meini eg ikki, um vit minnast til hann, tá ið vit sita í kirkjuni jólaaftan. Nei, vit mugu minnast til hann í hjørtum okkara. Lata hann sleppa framat. Tá vil hann leggja ein frið og eina gleði, sum ikki kann samanberast við jólahugna av nøkrum slag. Uttan Jesus var alt til fánýtis. Ein pakki uttan innihald, sum sangurin so rámandi segði tað.

Vit gleðast, tá ið vit fáa góð tíðindi. Men hetta eru ikki smávegis tíðindi, vit fáa. Hetta eru størstu gleðiboð, ið jørðin nakrantíð hevur fingið. Eitt bjart ljós í hesi myrku tíð.

Vit mugu takka Gudi, at hann sendi son sín til jarðar. Tá fáa vit av sonnum eini gleðilig jól.