Jólini eru hugnalig og full av lívi og vón!
So eru vit enn einaferð komin inn í desember mánað. Tær fyrstu lúkurnar á kalendaranum eru opnaðar, um tú hevur ein sovorðnan, og kalendaraljósið er longu brunnið nakrar dagar niður.
Tíðin fram ímóti jólum inniheldur mangt og hvat. Tað strekkir seg nokk heilt frá at vera spennandi og hugnaligt til møði og nærum strongd av øllum, sum vit so gjarna vilja røkka.
Sjálvur elski eg jól og tíðina fram móti jólum. Eg elski hugnan, samveruna og boðskapin um frelsaran, sum skal koma.
Fyri skjótt mongum árum síðani segði eingilin við hirðarnar á markini: “Óttist ikki; tí sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið. Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði!” (Luk 2,10-11)
Gleðiboðini, sum eingilin segði teimum, vóru fyri alt fólkið, tað vil siga eisini fyri okkum í dag. Gleðiboðini, at frelsarin er føddur, eru til okkum øll!
Gud hevði eina púra greiða ætlan við at lata Jesus føða inn í hendan heim til okkara:
“Tí at so elskaði Gud heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív” (Jóh 3,16). Fyri at vit skulu hava ævigt lív, fyri at vit skulu hava eina vón, hava ein frelsara, ein hjálpara, ein, sum hevur umsorgan fyri júst mær og tær, óansæð umstøður.
Pætur skrivar: “Kastið alla sorg tykkara á hann; tí at hann hevur umsorgan fyri tykkum” (1 Pæt 5,7).
Hesin frelsarin ynskir eini persónlig viðurskifti við teg. Ikki bara sum tað lítla fitta barnið í krubbuni. Men eisini sum tann almáttugi, kærleiksfulli frelsarin, sum tók alla okkara skyld og ófullkomuleika á sínar herðar og doyði fyri teir sum eitt fullkomið offur á krossinum – einaferð med alla.
Jólini og jólaboðskapurin eru hugnalig, men lat boðskapin ikki bara vera hugnaligan fyri teg. Lat hann sleppa at geva tær ítøkiligt lív, vón og innihald, sum ber heilt inn í 2019 og víðari inn í ævinleikan.
“Men vónarinnar Gud fylli tykkum við allari gleði og friði í trúnni, so at tit mega vera ríkir í vónini við kraft heilaga andans” (Róm 15,13).