Kærleiks og sannleiks Andi, av himni til jarðar tú knýtir hjartabandið
Við hvørt tosa vit so nógv og leingi, at Halgi Andin ikki fær rúm. Vit gerast so upptikin av at seta spurningar og flyta fram svar, at vit ikki geva okkum far um, hvat tann ríka tøgnin bjóðar. Ikki tann tóma tøgnin, men tann lurtandi tøgnin. Orðleysa løtan, har vit seta gerandislarm til síðis og geva okkum far um andans nærveru.
Tað hendir seg við hvørt, at vit tosa Heilaga Andan burtur. Orðarúgvan gerst so mikil, at tíð er ikki grunda yvir innihaldið í taluni, ella samrøðuni. Samstundis er málið eitt tað týdningarmesta amboð menniskjan hevur at samskifta við. Málið kann brúkast í óteljandi viðurskiftum og í sera ymiskum støðum. Stórur munur er til dømis á vegleiðingini, ið fylgir við til eitt køliskáp og á eini talu, sum verður hildin vid eitt brúdleyp. Bæði vegleiðingin og talan hava okkurt týdningarmikið at bera fram. Men er í báðum førum talan um samskifti borið av anda?
Í eina førinum ræður tað um at geva eini neyv boð, fyri at fáa ávíst úrslit. Køliskápið má verða rætt sett til, fyri at virka sum tað skal. Til eina slíka støðu er ikki brúk fyri andaligum samskifti. Ørvísi er, tá tað snýr seg um, hvønn týdning eitt menniskja hevur í tíni tilveru. Tá eitt djúpt samband millum menniskju skal lýsast, er brúk fyri andans veingjum, frælsi og innliving fyri at stuðla orðunum. Og tá tað kemur til stykkis, so eru tey ofta ov fátøk, orðini. Tí tilveran er størri enn vit og tað vit megna at bera fram málsliga.
Sambandi millum Gud og menniskja krevur eitt andaligt samskifti. Her er tað ikki avgerandi at náa einum ávísum úrsliti, men at vekja eina tilvitan av, at hjartabandið knýtir Gud og menniskju saman. Kærleiks og sannleikans andi letur hjarta okkara upp, so vit gerast var við, at vit eru partur av tí, ið er størri enn vit.
Samskiftið millum Gud og menniskju er ikki ein vegleiðing við nágreinigari ávísing um, hvussu vit skulu liva lív okkara. Mannalívið er eitt jarðarlív knýtt í anda saman við himmalska faðir okkara. Mitt í gerandisdegnum kunnu vit geva andanum kropp og orð. Umseta trúgv til felagsskap og samgleði. Samstundis sum vit vita, at tað hendir, at vit kunnu taka so nógv pláss til okkara egna, at Halgi Andin ikki fær rúm. Tá eru stundir aftur at finna eina orðleysa løtu, har andans nærvera aftur kann minna okkum um hjartabandið, sum sameinir tað himiska og tað jarðiska.