Kallað til tænasu, hóast veikleikar
“Jesus sigur við hann: “Røkta lomb míni!” (Jóh 21,17b)
Vit kenna øll bragdliga lærusveinin Símun Pætur, ið hevði fylgst saman við Jesusi sum lærusveinur hansara, sitið og lurtað eftir øllum vísdómsorðunum og prædikunum, sum Jesus helt fyri fólki. Hann hevði sæð undrini, sum Jesus gjørdi – blind fingu sjónina aftur, deyv hoyrdu aftur, lamin reistust aftur. Men kortini, tá ið á stóð, so skammaðist hann við Jesus og undirstrikaði fyri fólki, at hann hevði ikki nakað sum helst við Jesus at gera. Hetta var langafríggjadag í Getsemane, tá ið Jesus var handtikin. Tá avnoktaði Símun Pætur Jesus tríggjar ferðir, og hanin gól tríggjar ferðir.
Hvussu syndafullan man Símun Pætur ikki hava kent seg, tá hann hoyrdi hanan gala? Júst sum Jesus segði, at tað fór at henda. Kortini skuldi tað vera Símun Pætur, sum skuldi blíva tann fyrsti kirkjufaðirin, ið legði lunnar undir ta kirkjuna, sum vit kenna hana í dag. Soleiðis vil Gud brúka okkum í síni tænastu, við teimum veikleikum og feilum, sum vit hava.
Gud vil, at vit vísa øðrum á náðina og frelsuna, sum vit hava fingið lut í. Mátti Gud styrkt okkum til hansara tænastu, og givið okkum áræði at líta á hansara lyftir.