Krossurin er rós okkara!
"Men tað veri langt frá mær at rósa mær av øðrum enn av krossi várs harra Jesu Krists..." (Gal 6,14)
Vit kunnu rósa okkum av ymiskum. Men skal tað ikki vera tómt rós, mugu vit sjálvi hava æruna av tí, sum vit rósa okkum av!
Paulus rósar sær eisini, men hann rósar sær bara av tí, sum ein annar hevur gjørt. Hann rósar sær nevniliga av Jesu krossi!
Við “at rósa sær” meinar hann, at tað er tað einasta, hann kann brúka sum frelsugrundarlag. Einki av hansara egna dugir – hvørki dygdir ella brøgd! At Jesus doyði fyri hann á krossinum er hansara einasta vón um frelsu!
Men tað er eisini ein ríkiliga góð vón, tí Jesu deyði í okkara stað er nóg mikið! Tað var tað fyri forfylgjaran Paulus – og tað er tað eisini fyri meg og teg!