Latið okkum vera skjót at hjálpa

Skrivað: Jónhild Djurhuus

"Alt tað, sum tit tí vilja, at menn skulu gera móti tykkum, tað skulu tit eisini gera móti teimum" (Matt 7,12).

Hetta versið hevur mamma mangan sipað til, tá hon uppaldi meg. At eg mátti verða mótvegis øðrum, soleiðis sum eg ynskti, at tey vóru mótvegis mær. Eg ynskti sjálvandi, at fólk vóru fitt, vinarlig, hjálpsom og fyrigevandi móti mær. Tískil var tað soleiðis, eg skuldi verða mótvegis teimum, sum komu á mína lívsleið.

Ein dagin eg kom koyrandi gjøgnum bygdina á veg heim, brásteðgaði bilurin frammanfyri meg. Út úr bilinum leyp ein maður av øðrum uppruna, ein sum stutt síðani er fluttur til Føroyar at búgva. Hann gjørdi skjótt av og rann yvir til gongubreytina at hjálpa einum bygdamanni, sum hevði mist okkurt úr vogninum, ið var festur á súkkluna hjá viðkomandi. Hetta var so vakurt at síggja. Hesin fremmandi kundi lættliga koyrt framvið uttan at hjálpa, tí hann kendi ikki viðkomandi. Men uttan at hugsa seg um, tók hann hesa skjótu og vøkru avgerð um at hjálpa einum, ið hevði brúk fyri hjálp.

Hetta talaði til mín og minti meg á tað, sum mamma lærdi meg, tá eg var smágenta.

Komið, latið okkum vera skjót at hjálpa og lyfta hvønnannan upp.

“Børn míni, latum okkum ikki elska við orði og ikki elska við tungu, men í verki og sannleika” (1 Jóh 3,18).

 

Lær meg at elska av hjarta so kært.

Lær meg at tæna, sum tú hevur lært.

Lær meg at ganga, har tú bygdi brúgv.

Lær meg livandi trúgv.