Livir Jesus í tær?
”Eg eri krossfestur við Kristi; og tað eri ikki longur eg, sum livi, men Kristus livir í mær”(Gal 2,20)
Í okkara gerandisdegi, gloyma vit ofta, at hava Jesus við. Vit renna runt, frá skúla til arbeiðis, ella arbeiðis og heim til familju, og ofta er tað so, at vit ’gloyma’ Jesus. Vit eru allastaðni, men vit megna ikki at seta okkum niður eina løtu og vera saman við Harranum.
Hvar er Jesus blivin av í okkara gerandisdegi? Megnar hann ikki at kappast við Facebook, ítrótt, skúla og annað, ið kann órógva okkara andliga lív? Nei, trupulleikin er tann, at vit loyva ikki Harranum at stýra okkara lívi, men velja sjálvi at avgera, hvat er rætt og ikki.
Men, sum hetta versið sigur, eru vit krossfest saman við honum av somu orsøk, eru vit eisini noydd at taka avgerðir saman við honum. Hvussu kunnu vit gera tað? Vit kunnu hava samband við Gud gjøgnum bøn ella við at lesa Skriftina. Um tað er ringt hjá tær at seta tíð av til Gud, kanst tú byrja við 10 minuttum um dagin, síðani 20 minuttum og so framvegis. At enda er Jesus ein stórur partur av tínum gerandisdegi.
At vera saman við Gudi, styrkir títt samband við Gud. Um tú hevur Gud við tær í øllum, sum tú gert, fara onnur at síggja, at tú hevur okkurt gott við tær, og síðani kanst tú vera eitt ljós fyri Harran. Tí, um tú livir títt lív í trúnni á Gud, sum elskar teg, tá kann Gud veruliga gera eitt stórt verk í tær. Tá fert tú eisini at síggja, hvar tín uppgáva er í Guds ríki.
So at liva saman við Jesusi, hvat er tað? Tað er, at hann sleppur at taka avgerðir saman við tær. At hann kann vera nummar eitt í tínum lívi. Guds vilji er bara at vera saman við tær og liva við tær. Ikki gloyma hetta.
Heri Danielsen, Toftir