Lýðin Gudi

Skrivað: Judith Johannessen

“Tá ið nú konan sá, at træið var gott til matna og frálíkt á at líta og avbært til at fáa vit av, tá tók hon av ávøksti tess og át; somuleiðis gav hon eisini manni sínum, ið hjá henni var og hann át” (1. Mós 3,6).>

Henda avgerðin hjá Evu ikki at verða lýðin Gudi, hevði kollosalar fylgjur. Fylgjur sum ávirkaðu hvørt tað einasta menniskja, ið kom eftir hana. Ímyndað tær, um okkara ólýdni hevði so stórar fylgjur? Tað er ikki til at skilja. Men hvønn ávirkar okkara ólýdni ímóti Gudi? Okkara maka? Tínar vinir? Tín arbeiðsgevara? Tíni børn? Ella kanska kann títt ólýdni hava ávirkan á onkran, tú slett ikki kendi, men sum Gud bað teg biðja fyri ella tosa við – men tú tordi ikki?

Hvussu gerast vit so meiri lýðin Gudi? Tað er so sera einfalt – við at lesa meira í Guds orði og fylla okkum við hansara sannleika. So tað er tað, sum vit kenna sum sannleika í okkara lívi, og tað er hann og hansara kærleiki, sum floymir úr okkum.

Men er hetta so sera einfalt hóast alt? Er tað altíð so einfalt bara at fylla seg við Gudi og trúgva, at hansara orð er sannleikin? Vit fylla okkum við so nógvum lygnum, sum heimurin fortelur okkum, og hava hesar lygnir ávirkan á okkum, um vit vilja tað ella ikki. Tær festa røtur, og tær ávirka okkara lýdni ímóti Gudi.

So er spurningurin: Hvussu stendur til hjá tær? Hvørjar lygnir, sum illimaður fortelur tær, hava fest rót hjá tær og ávirka títt lýdni ímóti Gudi? Eg vil eggja tær til at biðja fyri hesum í dag, og royn at finna lygnirnar í tínum lívi – og set Guds sannleika inn í staðin fyri! So skal lýdni ímóti Gudi, vónandi, koma at vaksa í tær og síggjast á tínum lívi.