Man tað nú vera satt?

Skrivað: Jónhild Djurhuus

"Jesus sigur við hann: “Av tí at tú hevur sæð meg, hevur tú trúð. Sælir eru teir, sum ikki sóu, og trúðu tó!” (Jóh 20;29 )

Eg eri við til at boða gleðiboðskapin um Jesus í sangi og vitnisburði. Eg trúgvi á Jesus, Guds son. At hann fór frá dýrdini heima hjá faðir sínum og varð føddur, sum eitt lítið barn, inn í henda synduga heim. At hann livdi eitt lív uttan synd og gjørdi alt væl. At Jesus gav sítt lív og tók alla heimsins synd á seg, og at hann reis upp aftur frá deyðum, fór til Himmals og ein dag skal koma aftur at heinta okkum øll, sum trúgva á Hann.

Hóast hetta, so koma løtur, har Sátan kemur og sáar iva í mítt hjarta við sínum “man tað nú vera satt?”

Hetta upplivdi eg herfyri, men tá kom henda vakra sjón fram fyri meg: Aftanfyri meg stóð ein ovurstór, tignarlig, altvaldandi, kærleiksfull leyva. Eg visti, at hetta var leyvan av Júda, Jesus. Hon lyfti meg varðliga upp við labba sínum og á undurfullan, friðsælan hátt komu hesi versini til mín: Sælir eru teir, sum ikki sóu, og trúðu tó. Hetta fylti meg við friði hesa løtuna.

Takk Jesus.