Mark 4, 1-20

 

Teksturin í dag er Markus 4,1-20

Ólavur Jacobsen lesur.

v1 Og hann tók undir aftur at læra úti við vatnið. Og ein óføra stór mannamúgva kemur saman um hann, so at hann noyddist at fara út í ein bát og setast har úti á vatninum; og øll mannamúgvan var inni á landi niðri við vatnið. v2 Og hann lærdi tey mangt í líknilsum og segði við tey í læru síni: v3 «Lýðið á! Sí, ein sáðmaður fór út at sáa. v4 Og tað bar so til, í tí hann sáaði, at sumt sáðið fell fram við veginum, og fuglarnir komu og ótu tað upp; v5 og sumt fell í gaddajørð, har sum tað ikki hevði nógva mold, og tað rann skjótt upp, við tað at har ikki var djúplent. v6 Og tá ið sólin kom upp, varð tað avsviðið, og av tí at tað onga rót hevði, følnaði tað. v7 Og sumt fell millum tornir, og tornirnar runnu upp og køvdu tað, og tað bar ikki ávøkst. v8 Og sumt fell í góða jørð, og tað kom upp og vaks og bar ávøkst og gav av sær tríatifalt og sekstifalt og hundraðfalt.» v9 Og hann segði: «Tann, ið oyru hevur at hoyra við, hann hoyri!» v10 Og tá ið hann varð einsamallur, spurdu teir, sum vóru um hann umframt teir tólv, hann um líknilsini. v11 Og hann segði við teir: «Tykkum eru Guðs ríkis loyndarmál givin; men til teirra, ið uttanfyri eru, kemur alt í líknilsum, v12 til tess at tey, tó at tey síggja, skulu síggja og ikki skilja, og tó at tey hoyra, skulu hoyra og ikki fata, so at tey aldri mega venda um og teimum verða fyrigivið.» v13 Og hann sigur við teir: «Skilja tit ikki hetta líknilsið? Hvussu skulu tit tá vita øll hini líknilsini? v14 Sáðmaðurin sáar orðið. v15 Men hesi við vegin eru tey, har sum orðið verður sáað, og tá ið tey hava hoyrt tað, kemur Sátan við tað sama og tekur orðið burtur, sum var sáað í tey. v16 Og somuleiðis hini, ið sáað eru í gaddajørð; tað eru tey, sum, tá ið tey hoyra orðið, straks taka ímóti tí við gleði; v17 men tey hava ikki rót í sær, men halda bert á eina tíð; kemur tá trongd ella atsókn fyri orðsins skuld, taka tey sær meinboga í stundini. v18 Og har eru onnur, ið sáað eru millum tornir; tað eru tey, sum hava hoyrt orðið, v19 og verðsligar sorgir og ríkdómsins svikaráð og girndirnar eftir øllum øðrum treingja seg inn og køva orðið, og tað verður fruktaleyst. v20 Men hini, sum sáað vóru í góða jørð, tað eru tey, ið hoyra orðið og taka við tí og bera ávøkst, tríatifalt og sekstifalt og hundraðfalt.»