Mark 5,1-20

 

Teksturin í dag er Markus 5,1-20

Jógvan Højgaard lesur.

v1 Og teir komu yvir um vatnið í bygdarlagið hjá Gerasenum. v2 Og líka skjótt sum hann var farin upp úr bátinum, kom ein maður við óreinum anda ímóti honum út úr gravhellunum. v3 Hann hevði tilhald sítt í gravhellunum, og eingin kundi longur fáa bundið hann, um tað so var við leinkjum; v4 tí at ofta hevði hann verið bundin við fótfjøtrum og leinkjum, og leinkjurnar hevði hann slitið av sær, og fótfjøtrini hevði hann brotið sundur, og eingin var mentur at temja hann. v5 Og í heilum nátt og dag var hann í gravhellunum og uppi í fjøllunum og rópaði og bardi seg sjálvan við gróti. v6 Og tá ið hann sá Jesus langt burtur, kom hann rennandi og kastaði seg niður fyri føturnar á honum v7 og rópaði háróp og segði: «Hvat havi eg at gera við teg, Jesus, son Guðs hins hægsta? Eg svørji teg við Guð, at tú ikki mást pína meg!» v8 Tí at hann segði við hann: «Far út úr manninum, tú óreini andi!» v9 Og hann spurdi hann: «Hvat er navnið títt?» Og hann sigur við hann: «Legión er navnið mítt, tí at vit eru mangir.» v10 Og hann bað hann bønliga um, at hann ikki mátti senda teir burtur úr bygdini. v11 Men har var undir fjallinum eitt stórt svínafylgi, sum gekk á biti; v12 og teir bóðu hann og søgdu: «Send okkum í svínini, so at vit kunnu fara inn í tey.» v13 Og hann eftirlíkaði teimum. Og hinir óreinu andarnir fóru út og fóru í svínini; og fylgið stoyttist oman av hamrinum í vatnið, okkurt um tvey túsund í tali, og druknaði í vatninum. v14 Og hirðarnir, sum sótu hjá teimum, rýmdu og søgdu frá inni í staðinum og úti um á bygdum; og fólk fóru út at síggja, hvat tað var, sum hent var. v15 Og tey koma til Jesus og síggja mannin, sum hin illi andin hevði verið í, hann, sum hevði havt legiónina, sita ílatnan og við sínum fulla viti; og ótti kom á tey. v16 Og teir, ið sæð høvdu, greiddu teimum frá, hvussu til hevði gingist við manninum, sum hin illi andin var í, og um svínini. v17 Og tey fóru at biðja hann fara burtur frá teirra bygdarløgum. v18 Og í tí hann steig inn í bátin, bað maðurin, sum hin illi andin hevði verið í, hann um at sleppa at vera hjá honum. v19 Og hann loyvdi honum tað ikki, men sigur við hann: «Far tú heim til tín sjálvs og til húsfólk tíni og sig teimum, hvørjar stórar gerðir Harrin hevur gjørt ímóti tær, og hvussu hann hevur miskunnað tær.» v20 Og hann fór avstað og tók at kunngera í Dekapolis, hvørjar stórar gerðir Jesus hevði gjørt ímóti honum; og øll undraðust.