Mark 5,21-34

 

Teksturin í dag er Markus 5,21-34

Jógvan Højgaard lesur.

v21 Og tá ið Jesus var farin yvirum aftur á bátinum, kom stór mannfjøld saman um hann; og hann var við vatnið. v22 Og ein av forstøðumonnunum fyri samkomuhúsinum, Jairus nevndur, kemur; og tá ið hann sær hann, fellur hann honum til fóta, v23 og biður hann bønliga og sigur: «Lítla dóttir mín liggur og stríðist. Hevði tú viljað komið og lagt hendurnar á hana, at hon má sleppa undan og liva!» v24 Og hann fór við honum; og ein stór mannamúgva fylgdi honum, og tey troðkaðust um hann. v25 Og har var ein kona, sum í tólv ár hevði havt blóðsótt; v26 og hon hevði útstaðið nógv av nógvum læknum og hevði latið út alt tað, sum hon átti; og onga hjálp hevði hon fingið, men var heldur versnað. v27 Av tí at hon hevði hoyrt tíðindini um Jesus, kom hon nú í mannatrongdini aftan ífrá og nam við klæði hansara. v28 Tí at hon segði: «Um eg fái nomið, er tað so bert við klæði hansara, verði eg frísk.» v29 Og í somu stund tornaði blóðkelda hennara, og hon kendi á kroppi sínum, at hon var grødd av meini sínum. v30 Og alt fyri eitt, tá ið Jesus kendi við sær sjálvum, at ein kraft var gingin út frá honum, vendi hann sær við í mannamúgvuni og segði: «Hvør nam við klæði míni?» v31 Og lærusveinar hansara søgdu við hann: «Tú sært, at mannamúgvan troðkast uttan um teg, og tú sigur: «Hvør nam við meg?» » v32 Og hann hugdi rundan um seg fyri at fáa eyga á hana, sum gjørt hevði hetta. v33 Men konan kom óttafull og piprandi, av tí at hon visti, hvat ið henni var hent, og kastaði seg niður fyri føturnar á honum, og segði honum allan sannleikan. v34 Men hann segði við hana: «Dóttir, trúgv tín hevur frelst teg! Far tú heim í friði, og ver frísk av meini tínum!»