Mark 5,35-43

 

Teksturin í dag er Markus 5,35-43

Jógvan Højgaard lesur.

v35 Meðan hann enn talaði, koma nøkur frá forstøðumanninum og siga: «Dóttir tín er sloknað. Hví ómakar tú meistaran longur?» v36 Men Jesus tók ikki eftir teimum orðunum, ið talað vórðu, og sigur við forstøðumannin: «Óttast ikki! Trúgv eina!» v37 Og hann gav ongum loyvi at fylgjast við sær uttan Pæturi og Jákupi og Jóhannesi, bróður Jákups. v38 Og teir koma at húsum hjá forstøðumanninum, og hann sær har slíkan gang av fólki, ið grótu og góvu seg illa; v39 og hann fer inn og sigur við tey: «Hví leika tit so í og gráta? Barnið er ikki deytt, men tað svevur.» v40 Og tey læðu at honum. Men hann koyrdi tey øll út, og hann tekur faðirin at barninum og móðurina og teir, sum við honum vóru, við sær og fer innar, har sum barnið lá. v41 Og hann tekur í hondina á barninum og sigur við hana: «Talita kumi!» tað er týtt: «Lítla genta, eg sigi tær: reis teg upp!» v42 Og við tað sama reisti gentan seg upp og gekk umkring; tí at hon var tólv ára gomul. Og í stundini vórðu tey frá sær sjálvum av ógvuligum bilsni. v43 Og hann legði teimum, ríkan við, at eingin mátti fáa hetta at vita, og segði, at tey skuldu geva henni at eta.