Mark 6,1-13

 

Teksturin í dag er Markus 6,1-13

Jógvan Højgaard lesur.

v1 Og hann fór burtur haðani, og hann kemur í fedrabygd sína, og lærusveinar hansara fylgja honum. v2 Og tá ið hvíludagurin kom, tók hann at læra í samkomuhúsinum, og mong, sum lýddu á hann, undraðust stórliga og søgdu: «Hvaðani man hann hava hetta? Og hvat er tað fyri vísdómur, sum honum er givin? Og slíkar kraftargerðir, sum henda við hondum hansara! v3 Er hetta ikki træsmiðurin, sonur Mariu, og bróðir Jákups og Jósesar og Judasar og Símunar? Og eru ikki systrar hansara her hjá okkum!» Og tey tóku sær ilt av honum. v4 Og Jesus segði við tey: «Ein profetur er ikki vanvirdur uttan í sínum egna heimlandi og millum sítt egna skyldfólk og í sínum egna húsi!» v5 Og hann kundi ikki har gera nakra kraftargerð, undantikið at hann legði hendurnar á nøkur fá sjúk og grøddi tey. v6 Og hann undraðist á vantrúgv teirra. Og hann ferðaðist bygd úr bygd har um vegir og lærdi. v7 Og hann rópaði teir tólv til sín, og fór at senda teir út, tveir og tveir, og gav teimum vald á hinum óreinu andunum. v8 Og hann beyð teimum, at teir einki skuldu taka við á ferðini uttan bert stav, ikki breyð, ikki klæðsekk, ikki koparpening í beltinum; v9 men tó skuldu teir vera í skóm; og: «Latið tykkum ikki í tveir kyrtlar!» v10 Og hann segði við teir: «Hvar tit so koma inn í eini hús, tá verðið har, til tit fara avstað aftur haðani. v11 Og hvør tann staður, sum ikki tekur ímóti tykkum og ikki hoyrir tykkum, – farið burtur haðani og ristið dustið burtur undan fótum tykkara til vitnisburðar móti teimum.» v12 Og teir fóru út og prædikaðu, at tey skuldu venda um; v13 og teir róku út nógvar illar andar og salvaðu mong sjúk við olju og grøddu tey.