Markus 10, 1-12

 

Teksturin í dag er Markus 10,1-12

Pól Jóhannessen lesur.

Teksturin er úr nýggjá sáttmálanum

1 Jesus fór av stað haðani til Judea og økini eystan fyri Jordanánna. Aftur savnaðust fólk um hann, og hann lærdi tey, sum hann var vanur. 2 Ein dagin komu nakrir farisearar til hansara at freista hann og spurdu: “Er tað loyvt at skiljast frá konu síni?” 3 “Hvat sigur lógin um tað?” spurdi Jesus. 4 “Lógin loyvir manninum at geva konuni eitt skilnaðarbræv og skiljast frá henni,” svaraðu teir. 5 “Ja, men tað er bara av tí, at tit ikki liva eftir Guds vilja,” segði hann. 6 “Frá upphavi var tað ikki so. Gud skapaði bæði mannin og kvinnuna og segði: 7 “Maður skal fara frá pápa sínum og mammu síni og liva saman við konu síni, 8 so tey verða sum ein kroppur. So eru tey ikki longur tvey, men ein kroppur. 9 Og tað, sum Gud hevur saman bundið, má menniskja ikki skilja sundur.” 10 Tá ið teir vóru komnir inn aftur, spurdi lærusveinarnir hann aftur um hetta, 11 og hann svaraði: “Um ein maður fer frá konu síni og giftist við eini aðrari, so er hann sekur í ótrúskapi. 12 Og fer ein kona frá manni sínum og giftist við einum øðrum, so er hon sek í ótrúskapi.

v1 Og hann fór avstað haðani og kemur í bygdirnar í Júdeu og bygdarløgini hinumegin Jórdan; og aftur flokkast mannamúgvur um hann, og sum hann var vanur, lærdi hann tey aftur. v2 Og Fariseararnir komu og spurdu hann fyri at freista hann: «Er tað manni loyviligt at skiljast við konu sína?» v3 Men hann svaraði teimum og segði: «Hvat hevur Móses boðið tykkum?» v4 Men teir søgdu: «Móses gav loyvi at skriva skilnaðarbræv og skiljast við hana.» v5 Men Jesus segði við teir: «Vegna hjartans harðleika tykkara skrivaði hann tykkum hetta boðið; v6 men frá upphavi skapanarinnar skapaði hann tey kall og konu. v7 Tí skal maður fara frá faðir sínum og móður síni, [og halda seg til konu sína,] v8 og tey bæði skulu verða eitt hold. So eru tey ikki longur tvey, men eitt hold. v9 Tað, sum Guð tí hevur saman komið, má maður ikki sundur skilja.» v10 Og heima við hús spurdu lærusveinar hansara hann aftur um hetta. v11 Og hann sigur við teir: «Tann, ið skilst við konu sína og giftist við eini aðrari, hann ger seg sekan í hori móti henni; v12 og um hon skilst við mann sín og giftist við einum øðrum, tá drívur hon hor.