Markus 12,35-44

 

Teksturin í dag er Markus 12,35-44

Ólavur Jacobsen lesur.

v35 Og Jesus tók til orða og segði, meðan hann lærdi í halgidóminum: «Hvussu kunnu hinir skriftlærdu siga, at Kristus er sonur Dávids? v36 Sjálvur Dávid segði av heilagum anda: «Harrin segði við Harra mín: Set teg við mína høgru lið, til eg leggi fíggindar tínar sum fótskammul fyri føtur tínar.» v37 Sjálvur Dávid kallar hann harra; og hvussu kann hann tá vera sonur hansara?» Og hin mikla mannamúgvan lýddi fegin á hann. v38 Og í læru síni segði hann: «Varið tykkum fyri hinum skriftlærdu, sum fegnir vilja ganga í síðum klæðum og fáa heilsanir á torgunum, v39 og fegnir vilja hava teir fremstu sessirnar í samkomuhúsum og tey ovastu sætini í veitslum; v40 teir, sum oyðeta húsini hjá einkjum og á kvamsvís halda langar bønir. Teir skulu fáa tess strangari dóm.» v41 Og hann settist niður beint yvir av tempulkistuni og hugdi at, hvussu mannfjøldin legði peningar í kistuna; og mong rík løgdu nógv. v42 Og har kom ein fátæk einkja og legði tveir smápeningar, sum er eitt oyra. v43 Og hann kallaði lærusveinar sínar til sín og segði við teir: «Sanniliga sigi eg tykkum, henda fátæka einkjan hevur lagt meira í enn øll hini, sum løgdu í kistuna; v44 tí at tey løgdu øll av tí nógva, sum tey høvdu til avlops; men hon legði av fátækdómi sínum alt tað, hon átti, alla ogn sína.»