Markus 13, 24-37

 

Teksturin í dag er Markus 13,24-37

Ólavur Jacobsen lesur.

v24 Men á teimum døgum, aftan á hesa trongd, skal sólin myrkna og mánin ikki geva skin sítt, v25 og stjørnurnar skulu falla niður av himli, og skakast skulu himmalsins kreftur. v26 Og tá skulu tey síggja menniskjusonin koma í skýggjum við dýrd og miklum mátti. v27 Og tá skal hann senda út einglarnar og savna saman hini útvaldu síni úr teimum fýra ættunum, frá endamarki jarðar at endamarki himins. v28 Men lærið líknilsið av fikutræinum. Tá ið gróðurin er komin í greinarnar, og leyvið fer at spretta, tá skilja tit, at summarið er í nánd. v29 Soleiðis skulu tit eisini skilja, at tá ið tit síggja hetta henda, tá er hann í nánd, fyri durunum. v30 Sanniliga sigi eg tykkum: Henda slektin skal als ikki ganga undir, fyrr enn alt hetta hendir. v31 Himmalin og jørðin skulu ganga undir, men orð míni skulu als ikki ganga undir. v32 Men um tann dag og tíma veit eingin, sjálvt ikki einglarnir í himli, heldur ikki sonurin, men eina faðirin. v33 Verið varnir, vakið og biðið; tí at tit vita ikki, nær tíðin er komin. v34 Líkasum ein maður, ið fór út av landinum, er farin frá húsi sínum og hevur givið húskøllum sínum umsitingina, hvørjum sítt verk, og hevur boðið duravaktaranum at vaka, v35 soleiðis skulu tit við vaka; tí at tit vita ikki, nær húsbóndin kemur, við sólsetur ella um midnátt, í sólarrenning ella á morgni, v36 at hann ikki má hitta tykkum sovandi, um hann skuldi komið dáttliga. v37 Men tað sum eg sigi við tykkum, tað sigi eg við øll: vakið!»