Markus 13,1-13

 

Teksturin í dag er Markus 13,1-13

Ólavur Jacobsen lesur.

v1 Og í tí hann gekk út úr halgidóminum, sigur ein av lærusveinum hansara við hann: «Meistari! Sí, slíkir steinar og slíkir bygningar!» v2 Og Jesus segði við hann: «Sært tú hesar stóru bygningarnar? Ikki skal steinur liggja eftir á steini, sum ikki skal verða rivin niður.» v3 Og tá ið hann var setstur uppi á Oljufjallinum beint yvir av halgidóminum, spurdu Pætur og Jákup og Jóhannes og Andrias hann einsæris og søgdu: v4 «Sig okkum, nær fer hetta at henda, og hvat er tekinið, tá ið alt hetta fer at koma?» v5 Men Jesus tók at siga við teir: «Varið tykkum, at eingin villleiðir tykkum. v6 Mangir skulu koma í navni mínum og siga: «Tað eri eg;» og teir skulu villleiða mong. v7 Men tá ið tit hoyra um bardagar og frætta tíðindi um bardagar, tá óttist ikki; hetta má henda, men ikki er endin enn. v8 Tí at fólkaflokkur skal reisast móti fólkaflokki, og ríki móti ríki; landskjálvti skal verða á ymsum støðum; hungur skal verða og ófriður. Hetta eru teir fyrstu verkirnir. v9 Men hyggið um tykkum sjálvar; tí at tey skulu føra tykkum fyri dómstólarnar, og í samkomuhúsunum skulu tit verða bardir, og inn fyri høvdingar og kongar skulu tit verða førdir fyri mína skuld til vitnisburðar fyri teimum. v10 Og fyrst eigur gleðiboðskapurin at verða prædikaður fyri øllum fólkasløgum. v11 Og tá ið tey føra tykkum fram og geva tykkum upp, tá skulu tit ikki frammanundan verða stúrnir fyri, hvat tit skulu tala; men tað, sum tykkum verður givið á teirri somu stund, tað skulu tit tala; tí at tað eru ikki tit, ið tala, men heilagi andin. v12 Og bróðir skal veita bróður bana og faðir barni, og børn skulu stíga upp móti foreldrum sínum og taka tey av døgum. v13 Og tit skulu verða hataðir av øllum fyri navns míns sakir; men tann, ið heldur út til enda, hann skal verða frelstur.