Markus 15,16-32

 

Teksturin í dag er Markus 15,16-32

Jógvan Højgaard lesur.

v16 Men hermenninir fóru burtur við honum inn í garðin, tað er inn í borgina, og kalla saman alla manningina. v17 Og teir lata hann í eina skarlaksskikkju og flætta eina krúnu av tornum og seta niður á hann. v18 Og teir tóku at heilsa honum: «Heilur og sælur, tú, Jødakongur!» v19 Og teir slógu hann í høvdið við einum sevleggi og spýttu á hann og fullu á knæ og tilbóðu hann. v20 Og tá ið teir høvdu spottað hann, lótu teir hann úr skarlaksskikkjuni og lótu hann í hansara egnu klæði. Og teir fara út við honum at krossfesta hann. v21 Og teir noyða ein mann, sum kom gangandi har framvið, Símun frá Kýrene, sum kom heim av markini, faðir teirra Aleksanders og Rufusar, at bera kross hansara. v22 Og teir fara við honum út á tann staðin, ið eitur Golgata, tað merkir: ennistaður. v23 Og teir góvu honum vín at drekka við myrru í; men hann tók ikki við tí. v24 Og teir krossfestu hann, og teir býttu klæði hansara millum sín og teir kastaðu lut um tey, hvat hvør teirra skuldi taka. v25 Men tað var um landsuðurstíð, tá ið teir krossfestu hann. v26 Og yvirskriftin um sakarmál hansara stóð skrivað omanfyri: Kongur Jødanna. v27 Og teir krossfesta tveir ránsmenn saman við honum, annan høgrumegin og annan vinstrumegin við hann. [ v28 Og skriftin gekk út, ið sigur: «Og hann varð roknaður javnt við lógbrotsmenn.»] v29 Og tey, ið gingu framvið, spottaðu hann, og tey ristu við høvdinum og søgdu: «Tví vorði tær! Tú, sum brýtur templið niður og byggir tað upp eftir trimum døgum! v30 Stíg niður av krossinum og bjarga nú tær sjálvum!» v31 Somuleiðis hildu eisini høvuðsprestarnir hann fyri spott sín ámillum í felagi við hinum skriftlærdu og søgdu: «Øðrum hevur hann bjargað; men sær sjálvum er hann ikki mentur at bjarga! v32 Kristus, Ísraels kongur – hann stígi nú niður av krossinum, so at vit kunnu síggja tað og trúgva!» Eisini teir, ið vóru krossfestir saman við honum, hildu hann fyri háð.

Sálm 22.

v13 Sterkir tarvar eru íkring meg, um meg flykkjast Básjans oksar; v14 teir tamba á kjafti ímóti mær eins og ránfúsar, ýlandi leyvur. v15 Sum vatn eg eri útoystur, allir mínir liðir skiljast sundur. Mítt hjarta er vorðið eins og vaks, bráðnað í mínum brósti. v16 Mín gómi er turrur sum eitt leirbrot, tunga mín í kjálkarnar grør føst. Tú leggur meg niður í deyðans dusm. v17 Tí hundar um meg tyrpast, flokkur av níðingum er rundan um meg. Teir hava stungið meg gjøgnum hendur og føtur. v18 Eg kann telja øll míni bein, teir hyggja at, fegnir teir líta hará. v19 Teir skifta míni klæði sín ámillum, um kyrtil mín kasta teir lut.