Markus 15,33-41

 

Teksturin í dag er Markus 15,33-41

Jógvan Højgaard lesur.

v33 Og tá ið middagur var komin, legðist myrkur um alt landið líka til nóns. v34 Og um nón rópaði Jesus við harðari rødd: «Eloï, Eloï, lama sabaktani?» tað er: «Guð mín, Guð mín, hví fórt tú frá mær?» v35 Og nakrir av teimum, ið hjá stóðu, søgdu, tá ið teir hoyrdu tað: «Sí, hann rópar eftir Elia.» v36 Men ein leyp til og fylti ein svamp við ediki og setti hann á ein rørstav og gav honum at drekka og segði: «Bíðið! Latum okkum síggja, um Elia kemur at taka hann niður.» v37 Men Jesus rópaði so hart eitt róp og gav upp andan. v38 Og forhangið í templinum skrædnaði í tvey, úr erva og líka niður ígjøgnum. v39 Men tá ið herhøvdingin, sum stóð har hjá, beint yvir av honum, sá, at hann gav upp andan á slíkan hátt, segði hann: «Sanniliga var hesin maður sonur Guðs!» v40 Men har vóru eisini nakrar kvinnur, sum stóðu langt burtur frá og hugdu at; millum teirra var bæði Maria Magdalena og Maria, móðir teirra Jákups lítla og Jóses, og Salóme, v41 tær, sum høvdu fylgt honum og tænt honum, meðan hann var í Galileu; og mangar aðrar kvinnur, sum høvdu verið í ferðini við honum niðan til Jerúsalem.