Markus 3,7-19
Teksturin í dag er Markus 3,7-19
Ólavur Jacobsen lesur.
v7 Og Jesus fór við lærusveinum sínum út at vatninum, og stór mannamúgva úr Galileu fylgdi eftir; og úr Júdeu v8 og úr Jerúsalem og úr Idumeu og úr landinum hinumegin Jórdan og úr bygdaløgunum við Týrus og Sidon komu til hansara stórar mannamúgvur, tá ið tey hoyrdu, hvørji stórverk hann gjørdi. v9 Og hann segði við lærusveinar sínar, at ein bátur skuldi vera til reiðar til hansara fyri mannamúgvunnar skuld, fyri at tey ikki skuldu troðka seg inn á hann; v10 tí at hann grøddi mong, so at tey tustu saman um hann, øll tey, sum høvdu plágur, at tey kundu nema við hann. v11 Og hinir óreinu andarnir fullu til jarðar fyri honum, tá ið teir bóru eyga við hann, og rópaðu og søgdu: «Tú ert sonur Guðs!» v12 Og hann legði teimum ríkan við, at teir ikki skuldu gera hann kunnan. v13 Og hann gongur niðan á fjallið og kallar til sín teir, sum hann sjálvur vildi; og teir fóru til hansara. v14 Og hann skilaði tólv til, at teir skuldu vera hjá honum, og at hann kundi senda teir út at prædika v15 og at hava vald til at reka út illar andar. v16 Og hann tilskilaði hesar tólv: Símun, sum hann gav navnið Pætur; v17 og Jákup, son Sebedeusar, og Jóhannes, bróður Jákups, – og hann gav teimum báðum navnið Boanerges, tað merkir: torusynir; – v18 og Andrias og Filippus og Bartolomeus og Matteus og Tummas og Jákup, son Alfeusar, og Taddeus og Símun Kánanearan v19 og Judas Iskarjot, tann sama, sum sveik hann.