Markus 9.2-13

 

Teksturin í dag er Markus 9,2-13

Jørgen Andreasen lesur.

v2 Og seks dagar aftaná tekur Jesus Pætur og Jákup og Jóhannes við sær og fer við teimum einsamøllum fyri seg sjálvan niðan á eitt høgt fjall; og hann umbroyttist fyri eygum teirra. v3 Og klæði hansara vórðu skínandi bjørt, hvít sum fann, hvítari enn nakar maður á foldum, sum hevur klæði á bliki, kann fáa tey. v4 Og Elia saman við Mósesi sýndi seg fyri teimum, og teir vóru í samtalu við Jesus. v5 Og Pætur tók til orða og sigur við Jesus: «Meistari, tað er gott, at vit eru her! Lat okkum gera tríggjar búðir, tær eina og Mósesi eina og Elia eina.» v6 Tí at hann visti ikki, hvat hann átti at siga, tí at teir vórðu heilt óttafullir. v7 Og eitt skýggj kom og skuggaði yvir teimum, og ein rødd kom út úr skýnum: «Hesin er sonur mín, hin elskaði. Lýðið á hann!» v8 Og í sama viðbragdi, tá ið teir litu um seg, sóu teir ongan meira uttan Jesus einsamallan hjá teimum. v9 Og meðan teir gingu oman av fjallinum, álegði hann teimum ikki at siga nøkrum frá tí, sum teir høvdu sæð, fyrr enn menniskjusonurin var risin upp frá deyðum. v10 Og teir løgdu sær hetta orðið í geyma, og teir spurdu hvør annan sín ámillum, hvat tað mundi vera at rísa upp frá deyðum. v11 Og teir spurdu hann og søgdu: «Hvussu kann tað bera til, at Fariseararnir og hinir skriftlærdu siga, at Elia eigur at koma fyrst?» v12 Men hann segði við teir: «Elia kemur fyrst og førir alt aftur í lag; og hvussu er skrivað um menniskjusonin? At hann skal líða mangt og verða vanvirdur. v13 Men eg sigi tykkum, at bæði er Elia komin, og teir hava gjørt við hann alt, sum teir vildu, soleiðis sum skrivað stendur um hann.»