Matteus 10,16-25

 

Teksturin í dag er Matteus 10,16-25

Jørgen Andreasen lesur.

v16 Sí, eg sendi tykkum út eins og seyð mitt ímillum úlvar; verið tí snildir sum ormar og falsleysir sum dúgvur. v17 Men varið tykkum fyri menniskjum, tí at tey skulu føra tykkum til dómstevnur, og í samkomuhúsum sínum skulu tey húðfleingja tykkum. v18 Og fyri landshøvdingar og kongar skulu tit verða førdir fyri mínar sakir til ein vitnisburð fyri teimum og fyri heidningunum. v19 Men tá ið tey geva tykkum upp, so stúrið ikki fyri, hvussu ella hvat tit eiga at tala; tí at tað skal verða tykkum givið í somu stund, sum tit eiga at tala. v20 Tí at ikki eru tað tit, ið tala, men andi faðirs tykkara, ið talar í tykkum. v21 Og bróðir skal veita bróður bana og faðir barni, og børn skulu stíga upp ímóti foreldrum sínum og taka tey av døgum. v22 Og tit skulu verða hataðir av øllum fyri navns míns skuld; men tann, ið heldur út til enda, hann skal verða frelstur. v23 Men tá ið tey søkja at tykkum í eini bygd, so flytið í eina aðra; tí at sanniliga sigi eg tykkum, tit skulu ikki verða lidnir við bygdirnar í Ísrael, áðrenn menniskjusonurin kemur. v24 Ikki er ein lærusveinur yvir meistaranum, ei heldur er ein húskallur yvir húsbónda sínum. v25 Tað er lærusveininum nóg mikið, at hann verður sum meistari hansara, og húskallinum, at hann verður sum húsbóndi hansara. Hava tey kallað húsbóndan Beelsebul, hvør mikið meira tá húsfólk hansara.